Um Listaskúla Føroya

Endamálið hjá Listaskúla Føroya er at veita undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum, bæði í teori og praksis.

Listaskúlin samstarvar við skúlar, listafelagsskapir og mentanarstovnar at menna listaligu evnini og gávurnar hjá næmingunum og styrkja listalívið í Føroyum.

Í fyrstu atløgu fer listaháskúlin undir skeiðsvirksemi kring alt landið.

Navn skúlans er Listaskúli Føroya, á enskum nevndur The Faroese Academy of Arts. Leiðsla skúlans er ein arbeiðsbólkur undir LISA – Listasambandi Føroya.

Allir undirvísarar á skúlanum skulu góðkennast eftir ávísum reglum.

Listaskúli Føroya skal eisini virka sum ein pallur fyri listafólk at hittast og fáa lut í vitan frá øðrum listafólkum.

Samband fæst við at skriva til listaskulin@gmail.com ella á Facebook-síðuni hjá Listaskúlanum.