Listaskúlin á ferð: Litir, strikur & orð

plakatmynd-01-01Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv.

Eysturkommuna hevur við opnum ørmum boðið Listaskúlanum norður á síni ferð kring landið og tí hava vit eisini møguleika at halda skeiðskostnaðin niðri á einum rímiligum støði. Listaskúlin er sera takksamur fyri hetta.

Listaskúlin bjóðar hesaferð tríggjar verkstovur:

Sniðgávuverkstovuna: Sansalig binding v/ Katrinu í Geil
Bókmentaverkstovuna: Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal
Myndlistaverkstovuna: Tekna ein tosk v/ Janus Dam Guttesen

Sum eykaágóði eru allir luttakararnir við á felagsverkstovuni “Litir, strikur & orð”, ein innførsla í tankum og teknikkum, ið viðvíkja list við øllum trimum verkstovuleiðarunum.

Sum heild eru sansirnir høvuðsaktørar í hesum verkstovum, fyri at kunna skapa, mást tú sansa verðina kring teg, lurta, um tú vilt skriva, nem, um tú vilt skapa nakað formligt, hygg, um tú vilt tekna.

12640357_10208436114201040_2264979784055552723_oTíð: 26. – 28. februar 2016 (19 tímar)

Stað: Skúlin við Gøtugjógv

Kostnaður: 1.900 kr fyri undirvísing og 375 kr í mati. Møguleiki fyri ókeypis gisting á staðnum.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd.

Tal av luttakarum: 12 á hvørjum skeiði

Tekna teg á: listaskulin@gmail.com innan 22. februar

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit ringja/senda sms til Rakel (216596), Katrinu (527030), Janus (313158) ella send teldupost til listaskulin@gmail.com.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

KURSUS~2Fríggjadagin 26. februar:

  • kl. 17 – 18.30 Felagsverkstova
  • kl. 18.30 – 19.30 Nátturi
  • kl. 19.30 – 21 Framhald av felagsverkstovuni

Leygardagin 27. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Tríggjar ymsar verkstovur
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 17 Framhald av verkstovum (við drekkamunnasteðgi)
  • kl. 17 – 18 steðgur
  • kl. 18 – 19 Døgðuri
  • Kl. 19 – 21 Kvøldseta

skrivaSunnudagin 28. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Framhald av verkstovum
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 15 Framhald av verkstovum
  • kl. 15 – 16 Drekkamunnur og eftirmeting

G.G. Skráin er vegleiðandi. Ymsu verksmiðjuleiðararnir hava hvør sína dagsskrá, men frávikini eru kortini smá.

Møguleiki er fyri at gista á staðnum. Tá er neyðugt at hava soviposa við.

Tekna ein tosk – lær at tekna tað tú sært!

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er ein myndlistaverkstovan hjá Janusi Dam Guttesen, illustratøri. Um verkstovuna sigur hann:

tekna1Tað er stuttligt og spennandi at tekna frá veruleikanum og tú lærir at síggja tingini á ein nýggjan hátt. Hetta ger teg eisini betur føran at tekna úr hugaheiminum.

Vit fara at tekna lutir, sum t.d. útstappaðar fuglar, gerandis lutir – og eina livandi modell.

tekna2Tekniskeiðið kemur inn á grundleggjandi tekniførleikar, sum skuggalegging, styttingar, form og rørslu. Tú lærir at leggja dent á tað týdningarmikla og sálda tað óviðkomandi frá. Teori og praksis í góðari javnvág.

Tekniskeiðið er fyri bæði leik og lærd.

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.