Listaskúlin á ferð: Litir, strikur & orð

plakatmynd-01-01Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv.

Eysturkommuna hevur við opnum ørmum boðið Listaskúlanum norður á síni ferð kring landið og tí hava vit eisini møguleika at halda skeiðskostnaðin niðri á einum rímiligum støði. Listaskúlin er sera takksamur fyri hetta.

Listaskúlin bjóðar hesaferð tríggjar verkstovur:

Sniðgávuverkstovuna: Sansalig binding v/ Katrinu í Geil
Bókmentaverkstovuna: Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal
Myndlistaverkstovuna: Tekna ein tosk v/ Janus Dam Guttesen

Sum eykaágóði eru allir luttakararnir við á felagsverkstovuni “Litir, strikur & orð”, ein innførsla í tankum og teknikkum, ið viðvíkja list við øllum trimum verkstovuleiðarunum.

Sum heild eru sansirnir høvuðsaktørar í hesum verkstovum, fyri at kunna skapa, mást tú sansa verðina kring teg, lurta, um tú vilt skriva, nem, um tú vilt skapa nakað formligt, hygg, um tú vilt tekna.

12640357_10208436114201040_2264979784055552723_oTíð: 26. – 28. februar 2016 (19 tímar)

Stað: Skúlin við Gøtugjógv

Kostnaður: 1.900 kr fyri undirvísing og 375 kr í mati. Møguleiki fyri ókeypis gisting á staðnum.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd.

Tal av luttakarum: 12 á hvørjum skeiði

Tekna teg á: listaskulin@gmail.com innan 22. februar

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit ringja/senda sms til Rakel (216596), Katrinu (527030), Janus (313158) ella send teldupost til listaskulin@gmail.com.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

KURSUS~2Fríggjadagin 26. februar:

  • kl. 17 – 18.30 Felagsverkstova
  • kl. 18.30 – 19.30 Nátturi
  • kl. 19.30 – 21 Framhald av felagsverkstovuni

Leygardagin 27. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Tríggjar ymsar verkstovur
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 17 Framhald av verkstovum (við drekkamunnasteðgi)
  • kl. 17 – 18 steðgur
  • kl. 18 – 19 Døgðuri
  • Kl. 19 – 21 Kvøldseta

skrivaSunnudagin 28. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Framhald av verkstovum
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 15 Framhald av verkstovum
  • kl. 15 – 16 Drekkamunnur og eftirmeting

G.G. Skráin er vegleiðandi. Ymsu verksmiðjuleiðararnir hava hvør sína dagsskrá, men frávikini eru kortini smá.

Møguleiki er fyri at gista á staðnum. Tá er neyðugt at hava soviposa við.

Tekna ein tosk – lær at tekna tað tú sært!

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er ein myndlistaverkstovan hjá Janusi Dam Guttesen, illustratøri. Um verkstovuna sigur hann:

tekna1Tað er stuttligt og spennandi at tekna frá veruleikanum og tú lærir at síggja tingini á ein nýggjan hátt. Hetta ger teg eisini betur føran at tekna úr hugaheiminum.

Vit fara at tekna lutir, sum t.d. útstappaðar fuglar, gerandis lutir – og eina livandi modell.

tekna2Tekniskeiðið kemur inn á grundleggjandi tekniførleikar, sum skuggalegging, styttingar, form og rørslu. Tú lærir at leggja dent á tað týdningarmikla og sálda tað óviðkomandi frá. Teori og praksis í góðari javnvág.

Tekniskeiðið er fyri bæði leik og lærd.

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.

Sansalig binding – Kenslan av at ganga á mánanum

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er í sniðgeving. Katrina í Geil, sniðgevi og stylistur, hevur hesa verkstovu. Um verkstovuna sigur hon:

Brúka sansirnar, bind og skapa betur!

1 - kenslan av bátum, ið liggja við kai

Kenslan av bátum, ið liggja við kai í fagrasta sólskinni sunnanfyri á feriu. Sólin skyggir í sjónum og sendir ljósið aftur á marglittu bátakjølarnar

Lær teg at brúka sansirnar at skapa eitt betri og meiri áhugavert úrslit í binding. Hetta umfatar bæði tá vit velja tógv, litir, mynstur, skap og hvussu vit seta tað saman.

 

Á verkstovuni fara vit gjøgnum design-prosessina og tosa um litir, teknikkir og tilfar, so tú lærir at brúka sansirnir at lýsa tað, sum gevur tær íblástur.

Verkstovan   er fyri fólk, bæði ung og eldri, sum duga at binda, tvs. kasta uppá, taka av og binda rætt og rangt.

 

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.