Jóhan Martin Christiansen, myndlistamaður

Jóhan MartinJóhan Martin Christiansen er føddur í 1987 í Tórshavn, og nú búðsitandi í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin Master of Fine Arts frá kunstakademiinum í Malmö í 2014.

Verkini hjá Jóhan Martin Christiansen snúgva seg oftani um sambandi millum mál/poesi, tað fysisku verðina og kroppin, sum tilsamans mynda grundleggjandi tól listamansins. Ein stór kelda til íblástur er m.a skýmingin, tá ið dagsljósi skiftur frá litum til gráskala, løtan, tá ið alt gerðst kámari og tó enn tíðiligari og verður umskapað til poesi. Tað vit kalla ‘eftirmyndina’, sum er myndin, ið bliknar á nethinnuni eftir at upprunaliga myndin er burtur – hetta skrivar J. W. Goethe um í síni litlæru.

Christiansen roynir eisini at fanga tómleikan, og finnur burturbeindar pappkassar, sum hann síðani ger gipsavstoypingar burturúr ella tekur kopiir av, sum verða skanna inn og printað sum stórskala fotomyndir.

Harumframt arbeiðir Christansen eisini við foto, video/ljóð/tekst, tekstil, grafikki. Tekstilverkini verða litað í ymiskum løgum, so sum blekk, reyðvín, te osv. Hesi verk eru sum kroppar, har ið javnágin eru sum ein koreografi av tyngdarmegini. Við føroyska málinum sum útgangsstøð,i kannar Christiansen, hvussu mál boytist og rekur, tá ið tað verður umsett úr sínum upprunaliga samanhangi og verður tí til nakað annað. Somuleiðis skrivar Christiansen eisini greinar, samrøður o.lík.

Seinast hevur hann sýnt fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við framsýningini Repeated Passages. Hanging Landscapes. Framsýningar sum eisini kunnu nevnast eru DRESS í Steinprent (2014), LIGHTGREEN, DAYDREAM, EYESHADOW í KHM Gallery, Malmö (2014), The Hot Show Galleri Nicola Wallner, Keypmannahavn (2015), UNDERSTRØM ARoS, Århus (2014) og FAREWELL 427, Riga (2014).