Hvussu

Til tess at røkka endamálum skúlans skal Listaskúli Føroya veita bæði grund- og víðari útbúgving, undirvísing í listasøgu og skipa fyri framsýningum og framførslum.

Skúlin varð stovnaður 30. mars 2014, og er ein felagsskapur av yrkislistafólkum. Alt fyrireikingararbeiði er sjálvboðið og ólønt, og tí ber ikki til at røkka allari endamálsorðingini longu fyrstu árini. Í fyrsta umfarið verður farið undir skeiðsvirksemi.

Undirvísarar við Listaskúla Føroya skulu uppfylla tvær av trimum treytum:

  • Prógv um minst trý ára útbúgving á Bachelor-støði við denti á listafakligt háttalag.
  • Prógv um minst trý ára listarligar arbeiðsroyndir, har arbeitt hevur verið burturav við listagreinini.
  • Skrivlig viðmæli frá minst trimum lærarum á skúlanum og/ella viðurkendum listafólkum innan ávísu listagreinina.