Hevur tú hug at vera við til at mynda nýggja listaskúlan í Føroyum?

Listaskúli Føroya hevur pláss fyri undirvísarum. Nógv góð listafólk eru longu á listanum, men pláss er fyri fleiri eldsálum.

Listaskúli Føroya er ein arbeiðsbólkur undir LISA, Listasambandi Føroya. Endamálið við Listaskúlanum er at veita undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum ástøðiliga og ítøkiliga.

mail_sendHeystskráin verður nú løgd til rættis

Í heyst fara vit undir okkara fyrstu skeið og sita í løtuni og leggja fyrstu heystskránna til rættis. Ert tú virkið listafólk hevur tú nú møguleika at melda teg til at vera við. Ynski er at fáa ein breiðan hóp av undirvísarum, sum umboða ymisk øki innan listagreinarnar.

Sum partur av undirvísaratoyminum á Listaskúlanum ert tú við í einum tvørlistarligum forum fyri list í Føroyum og kanst vera við til at hækkað støði á undirvísingini og listafatanini í landinum sum heild.

Dentur verður lagdur á, at støðið er høgt, tískil skulla undirvísarar á listaskúlanum lúka tvær av hesum trimum treytunum:

  • Prógv um minst trý ára útbúgving á Bachelor-støði við denti á listafakligt háttalag.
  • Prógv um minst trý ára listarligar arbeiðsroyndir, har arbeitt hevur verið burturav við listagreinini.
  • Skrivlig viðmæli frá minst trimum lærarum á skúlanum og/ella viðurkendum listafólkum innan ávísu listagreinina.

Framferðarháttur – Send okkum títt CV

Hevur hug og førleikar at vera ein av teimum, ið verður við til at mynda skúlan,  ert tú vælkomin at senda títt CV og møgulig uppskot til skeið til listaskulin@gmail.com. Spurningar kunnu eisini sendast somu t-postadressu.

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.