Listaskúlin á ferð: Litir, strikur & orð

plakatmynd-01-01Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv.

Eysturkommuna hevur við opnum ørmum boðið Listaskúlanum norður á síni ferð kring landið og tí hava vit eisini møguleika at halda skeiðskostnaðin niðri á einum rímiligum støði. Listaskúlin er sera takksamur fyri hetta.

Listaskúlin bjóðar hesaferð tríggjar verkstovur:

Sniðgávuverkstovuna: Sansalig binding v/ Katrinu í Geil
Bókmentaverkstovuna: Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal
Myndlistaverkstovuna: Tekna ein tosk v/ Janus Dam Guttesen

Sum eykaágóði eru allir luttakararnir við á felagsverkstovuni “Litir, strikur & orð”, ein innførsla í tankum og teknikkum, ið viðvíkja list við øllum trimum verkstovuleiðarunum.

Sum heild eru sansirnir høvuðsaktørar í hesum verkstovum, fyri at kunna skapa, mást tú sansa verðina kring teg, lurta, um tú vilt skriva, nem, um tú vilt skapa nakað formligt, hygg, um tú vilt tekna.

12640357_10208436114201040_2264979784055552723_oTíð: 26. – 28. februar 2016 (19 tímar)

Stað: Skúlin við Gøtugjógv

Kostnaður: 1.900 kr fyri undirvísing og 375 kr í mati. Møguleiki fyri ókeypis gisting á staðnum.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd.

Tal av luttakarum: 12 á hvørjum skeiði

Tekna teg á: listaskulin@gmail.com innan 22. februar

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit ringja/senda sms til Rakel (216596), Katrinu (527030), Janus (313158) ella send teldupost til listaskulin@gmail.com.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

KURSUS~2Fríggjadagin 26. februar:

  • kl. 17 – 18.30 Felagsverkstova
  • kl. 18.30 – 19.30 Nátturi
  • kl. 19.30 – 21 Framhald av felagsverkstovuni

Leygardagin 27. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Tríggjar ymsar verkstovur
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 17 Framhald av verkstovum (við drekkamunnasteðgi)
  • kl. 17 – 18 steðgur
  • kl. 18 – 19 Døgðuri
  • Kl. 19 – 21 Kvøldseta

skrivaSunnudagin 28. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Framhald av verkstovum
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 15 Framhald av verkstovum
  • kl. 15 – 16 Drekkamunnur og eftirmeting

G.G. Skráin er vegleiðandi. Ymsu verksmiðjuleiðararnir hava hvør sína dagsskrá, men frávikini eru kortini smá.

Møguleiki er fyri at gista á staðnum. Tá er neyðugt at hava soviposa við.

Hevur tú hug at vera við til at mynda nýggja listaskúlan í Føroyum?

Listaskúli Føroya hevur pláss fyri undirvísarum. Nógv góð listafólk eru longu á listanum, men pláss er fyri fleiri eldsálum.

Listaskúli Føroya er ein arbeiðsbólkur undir LISA, Listasambandi Føroya. Endamálið við Listaskúlanum er at veita undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum ástøðiliga og ítøkiliga.

mail_sendHeystskráin verður nú løgd til rættis

Í heyst fara vit undir okkara fyrstu skeið og sita í løtuni og leggja fyrstu heystskránna til rættis. Ert tú virkið listafólk hevur tú nú møguleika at melda teg til at vera við. Ynski er at fáa ein breiðan hóp av undirvísarum, sum umboða ymisk øki innan listagreinarnar.

Sum partur av undirvísaratoyminum á Listaskúlanum ert tú við í einum tvørlistarligum forum fyri list í Føroyum og kanst vera við til at hækkað støði á undirvísingini og listafatanini í landinum sum heild.

Dentur verður lagdur á, at støðið er høgt, tískil skulla undirvísarar á listaskúlanum lúka tvær av hesum trimum treytunum:

  • Prógv um minst trý ára útbúgving á Bachelor-støði við denti á listafakligt háttalag.
  • Prógv um minst trý ára listarligar arbeiðsroyndir, har arbeitt hevur verið burturav við listagreinini.
  • Skrivlig viðmæli frá minst trimum lærarum á skúlanum og/ella viðurkendum listafólkum innan ávísu listagreinina.

Framferðarháttur – Send okkum títt CV

Hevur hug og førleikar at vera ein av teimum, ið verður við til at mynda skúlan,  ert tú vælkomin at senda títt CV og møgulig uppskot til skeið til listaskulin@gmail.com. Spurningar kunnu eisini sendast somu t-postadressu.

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Arbeiðsbólkur undir LISA

Listaskúli Føroya byrjaði sum eitt initiativ hjá føroyskum yrkislistafólkum, sum ynsktu at kunna geva frálæri í øllum listagreinum á einum høgum støði. Arbeiði hevur tikið fleiri ár, og skúlin var alment settu á stovn 31. mars 2014. Ætlandi skuldi fyrsta heystskráin verið farin av bakkastokki í fjør heyst, men vegna hølistrupulleikar er heilt ár gingið, áðrenn vit kundu gera álvara av.

Nú hevur skúlin fingið avtalu um hølið kring alt landi. Allar tær stóru kommunurnar í landinum hava tikið móti okkum við opnum ørmum og hava lovað okkum pláss í øllum møguligum hølum.

Skúlin er nú síðani juni 2015 ein arbeiðsbólkur undir LISA, Listasambandi Føroya. Í arbeiðsbólkinum sita 4 umboð fyri LISA og eitt umboð valt av hinum fýra, sum kann vera ein uttanfyri LISA:

Nú sita hesi í bólkinum:

  • Katrina í Geil, sniðgevi
  • Rakel Helmsdal, rithøvundur
  • Meduna Dalsgaard, arkitektur
  • Marita Dalsgaard, sjónleikari
  • Gunnar Nolsøe, sum umboðar fólk uttanfyri LISA

Nýggj heimasíða

184422_380715335355927_1887612897_nListaskúli Føroya varð settur á stovn fyri hálvum øðru árið síðani, men nú kemur so heimasíðan og skjótt boða vit frá heystskránni 2015.

13 listafólk eru knýtt at skúlanum.

Aðal- og kunningarfundur

dance_in_the_shutter_IX_by_mehmeturgut

Aðal- og kunningarfundur um Listaskúla Føroya verður tann 29. mai kl. 17 á Lützenstrøð 4

Fundurin er fyri øll, sum eru áhuga í at undirvísa undir Listaskúla-felagsskapinum

Á fundinum verður kunning um skúlan og arbeiðið, sum er gjørt í hesum sambandi.

Á fundinum verður millum annað lagt fram ætlan um listarligt tiltak og “statement”, sum er ein liður í at kunna almeningin um skúlan. Tiltakið verður 12. juni á Mentanarnáttini á Býarbókasavninum.
Listarliga tiltakið er ein lítil uppgáva til hvørt listafólk, har tú gert eitt objekt/ statement um tína list. Akkurát hvussu og hvat kemur fram á fundinum. Einasta krav at sleppa við á fund er at hava hvíta skótoyseskju við og eitt sindur av tekniútgerð o.l.

Listaskúlin eigur ongan pening og drekkamunnurin/ábit í steðgginum ætlað vit á la ‘samanskotsgildið’. Takið gjarna okkurt lítið til matna og drekka við. 

Te og kaffi tekur stýrið við.

Møti fjølment og forvitin við listakvøðu.
Stýrið