Listaskúlin á ferð: Litir, strikur & orð

plakatmynd-01-01Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv.

Eysturkommuna hevur við opnum ørmum boðið Listaskúlanum norður á síni ferð kring landið og tí hava vit eisini møguleika at halda skeiðskostnaðin niðri á einum rímiligum støði. Listaskúlin er sera takksamur fyri hetta.

Listaskúlin bjóðar hesaferð tríggjar verkstovur:

Sniðgávuverkstovuna: Sansalig binding v/ Katrinu í Geil
Bókmentaverkstovuna: Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal
Myndlistaverkstovuna: Tekna ein tosk v/ Janus Dam Guttesen

Sum eykaágóði eru allir luttakararnir við á felagsverkstovuni “Litir, strikur & orð”, ein innførsla í tankum og teknikkum, ið viðvíkja list við øllum trimum verkstovuleiðarunum.

Sum heild eru sansirnir høvuðsaktørar í hesum verkstovum, fyri at kunna skapa, mást tú sansa verðina kring teg, lurta, um tú vilt skriva, nem, um tú vilt skapa nakað formligt, hygg, um tú vilt tekna.

12640357_10208436114201040_2264979784055552723_oTíð: 26. – 28. februar 2016 (19 tímar)

Stað: Skúlin við Gøtugjógv

Kostnaður: 1.900 kr fyri undirvísing og 375 kr í mati. Møguleiki fyri ókeypis gisting á staðnum.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd.

Tal av luttakarum: 12 á hvørjum skeiði

Tekna teg á: listaskulin@gmail.com innan 22. februar

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit ringja/senda sms til Rakel (216596), Katrinu (527030), Janus (313158) ella send teldupost til listaskulin@gmail.com.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

KURSUS~2Fríggjadagin 26. februar:

  • kl. 17 – 18.30 Felagsverkstova
  • kl. 18.30 – 19.30 Nátturi
  • kl. 19.30 – 21 Framhald av felagsverkstovuni

Leygardagin 27. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Tríggjar ymsar verkstovur
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 17 Framhald av verkstovum (við drekkamunnasteðgi)
  • kl. 17 – 18 steðgur
  • kl. 18 – 19 Døgðuri
  • Kl. 19 – 21 Kvøldseta

skrivaSunnudagin 28. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Framhald av verkstovum
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 15 Framhald av verkstovum
  • kl. 15 – 16 Drekkamunnur og eftirmeting

G.G. Skráin er vegleiðandi. Ymsu verksmiðjuleiðararnir hava hvør sína dagsskrá, men frávikini eru kortini smá.

Møguleiki er fyri at gista á staðnum. Tá er neyðugt at hava soviposa við.

Sansalig binding – Kenslan av at ganga á mánanum

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er í sniðgeving. Katrina í Geil, sniðgevi og stylistur, hevur hesa verkstovu. Um verkstovuna sigur hon:

Brúka sansirnar, bind og skapa betur!

1 - kenslan av bátum, ið liggja við kai

Kenslan av bátum, ið liggja við kai í fagrasta sólskinni sunnanfyri á feriu. Sólin skyggir í sjónum og sendir ljósið aftur á marglittu bátakjølarnar

Lær teg at brúka sansirnar at skapa eitt betri og meiri áhugavert úrslit í binding. Hetta umfatar bæði tá vit velja tógv, litir, mynstur, skap og hvussu vit seta tað saman.

 

Á verkstovuni fara vit gjøgnum design-prosessina og tosa um litir, teknikkir og tilfar, so tú lærir at brúka sansirnir at lýsa tað, sum gevur tær íblástur.

Verkstovan   er fyri fólk, bæði ung og eldri, sum duga at binda, tvs. kasta uppá, taka av og binda rætt og rangt.

 

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.

Pernille Falch Heinesen, smúkkusniðgevi

DSC_0115Pernille Falch Heinesen er fødd 30. oktober í 1968. Hon er útbúgvin “ædelmetal formgiver”.

Útbúgving:

  • 2010-2013 Institut for Ædelmetal
  • 2011 Assistentur eitt summar hjá smykkulistakvinnu Terhi Tolvanen, Frakland.
  • 2008-2009 Útbúgvin á Guldsmede Højskolen í Keypmannahavn.

Framsýningar og verkætlanir:

  • 2010 Prosjekt við Galleri Bærbart – Helle Bjerrum.
  • 2011 Bólkaframsýning ” Brocherne” Galleri Iron Inc, København
  • 2011 Bólkaframsýning “Her, nu og I morgen”, Goldfingers , København
  • 2011 Bólkaframsýning á “Copenhagen Jewellery Fair”. Bella Centret
  • 2011 Prosjekt “I tråd med verden”. Ishøj kommune, Integrations fællesskab
  • 2012 Prosjekt og smykkugerð við Narotam Manandhar/Nepal. “To kulturer mødes”.
  • 2012 Prosjekt “Kultursmykker Bellahøj”. København
  • 2013 Avlæringarframsýning Galleri Pi, København
  • 2014 Várfrámsýningin 2014
  • 2014 Minningarframsýning i Galleri Goldfingers, København
  • 2015 Várfrámsýningin 2015
  • 2015 Hugskots, -konseptmenning og samskipa myndatøku og framsýning “Grind í Karry” MYNDAFRAMSÝNING & MENTANARLIGT RÍKIDØMI, Tórshavn.

Limur:

  • 2013 Limur í Foreningen for Danske Kunsthåndværkere
  • 2013 Nevndarlimur í Designfelagnum.
  • 2014 Limur í Listahaskúla Føroyar
  • 2015 Limur í Føroysk Myndlistafólk

Arbeiðsøki:

Náttúran
Í royndunum við smykkulistini fái eg íblástur í føroysku náttúruni. Eg eri eksperimenterandi og strembi eftir at finna nýggjar hættir at arbeiða og viðgera hetta føroyska tilfar. Eg havi ment ein hátt at garva fiskaskræðu, vembur, vil o.a. Hetta er ein arbeiðsháttur, sum hevur verið nógv brúktur í smykkunum eg higartil havi gjørt.

Tá ið vit hitta aðrar mentanir
Tá ið vit hitta aðrar mentanir, verður “eitt triðja” til. Tann fremmandi, eg og hetta “triðja”. Hetta haldi eg er sera áhugavert. Eg ynski við mínum smykkum at vísa á mentanarligar førleikar, sum gera, at tað ber til at samskifta fordómsfrítt millum fólk við ymiskum mentanum.

Unika smykkur – sniðverkstova

Design – Unika smykkur

Billed4_PernilleFalchHeineaen_Objekt1_KutUndirvísari: Pernille Falch Heinesen

Skeiðslýsing:

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum kunnleika um unika smykkur – kropsprýði í serstøkum sniði.

Hugskotið, royndin og kenslan er miðdepilin í verkstovuni. Vit taka støðu til tilfar, stødd, formar og tær mongu skiftingarnar í gongdini at skapa eitt serstakt kropsprýði. Prýði, sum rúma persónsmensku, søgu, javnvág, álvara og gaman.

Komið verður inn í ein heim, har vit menna hugskot og læra at skapa av nýggjum: at gera model, at velja og at gera prýðislutirnar lidnar. Eisini við tilfari, sum vit ikki vanliga seta í samband við kropsprýði.

Vit royna at skapa eitt verk við støði í persónsmensku, typu og heimi tí, sum skal bera prýðið.

Høvuðsdenturin verður lagdur á at menna hugskot og minni verður gjørt við tekniskar loysnir.

Allir luttakararnir enda við sínum egna kropsprýði.

-Billed16_PernilleFalchHeinesen_Oyraringar4_KutMálbólkur: Tey, ið hava áhuga

Praktiskt og teoretiskt: Einki krav.

Tíð: 4 leygardagar frá kl 10 – 17 í november mánað

Stað: Listaskúlin, Gl. Samkomuhúsið, Miðvág

Kostnaður:  2576 kr (kostnaðurin er fyri 28 tímar undirvísing og høli)

Tal av luttakarum: 12

Tekning: listaskulin@gmail.com

Billed6_PernilleFalchHeinesen_Brosja2Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit spyrja Pernille (225298, pernille(kurla)dq.fo). Um tit hava spurningar, sum viðv. gjalding o.l. kunnu tit spyrja Listaskúlan listaskulin@gmail.com.