Súsanna Torgarð, sjónleikari

SúsannaSúsanna Tórgarð, sjónleikari, er fødd 12.03.1959

Útbúgving:

  • Læraraútbúgving 1986
  • 2 ára sjónleikaraútbúgving frá Tidens Teater í Århus 1990
  • 3 ára útbúgving sum lærari í F.M.Alexandertøkni frá Alexanderskolen í Kbnhvn., 2001 – 2004

Áhugin fyri sjónleiki er sprottin úr sjónleikarumhvørvinum í Kvívík í 70´unum. Havi arbeitt sum yrkisleikari í Føroyum síðani 1990. Fyrst í “Grímu”, síðani á Tjóðpallinum – sum sjónleikari, leikstjóri, rithøvundur og skeiðshaldari. Stovnaði í 2010 saman við øðrum leikbólkin “Grugg”.
Havi t.d. spælt við í Sjeynda Boð, Dario Fo 1991, Dreymur Jóanssøkunátt, W. Shakespeare 1998, Húsið hjá Bernardu Alba, Lorca 1995, Nord Ost, Torsten Buchsteiner 2008, Breaking the Waves, Lars von Trier 2012.
Leikstjórnað m.a. Hurlivasi í Lítluvík 1992, Snati 1996, Myrkursins Børn 2013 umframt fleiri Ólavsøkukabarettir í Sjónleikarhúsinum.
Tók saman við øðrum stig til at seta føroyskar røddir til teknifilmar í sjónvarpinum, og havi í nógv ár arbeitt við tí.
Havi egið virkið, har eg bjóði undirvísing i m.ø. rødd og tekstframburði – umframt at eg arbeiði nógvsum undirhaldari til veistlur o.a

Skrivað leikrit – m.o :

  • Grumma Grimhild – saman við Biritu Mohr 1997
  • Fótur í Hosu – saman við Hans Tórgarð 1999
  • Myrkursins Børn – settur upp á Tjóðpalli Føroya várið 2013

Síðan 2000 havi eg arbeitt kontinuerligt saman við Nadine George of The Voice Studio in London. Nadine George hevur ment ein arbeiðshátt í rødd og textarbeiði, bygdur á hennara arbeiði saman við kenda sjónleikaranum og undirvísaranum Roy Hart. Havi undirvíst nógv í hesum arbeiðshátti: Á skeiðum við sjónleikarum, deknum, starvsfólkið á barnagørðum. Í fleiri umførum undirvíst á Føroya Lærara- og Pædagogskúla, og á skeiðum fyri lærarum á Nám.

Samband:
Fartelefon: +298 229740
Teldupostur: susannatorgard@gmail.com

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari

20150407-IMG_4749 copy

Gunnvá Zachariasen (f. 1973) byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum fyrst í 1990’unum. Hon var við í fleiri Ólavsøkukabarettum og Leikhúsjólum, umframt leikum hjá Havnar Sjónleikarafelag og var onkutíð gestaleikari í leikbólkinum Grímu.

Gunnvá fór á sjónleikaraháskúla í norðurlendska fólkaháskúlanum í Kungalv, Svøríki.

Har fekk Gunnvá av álvara alsk til sjónleik og byrjaði at lesa dramaturgi á Århus Universitet. Men Gunnvá vildi heldur standa á palli heldur enn lesa um pallist. Hon søkti og kom inn á Statens Teaterskole í Keypmannahavn, hagani hon var útbúgvin sjónleikari í 2000.

Síðani hevur Gunnvá starvast á ymsum leikhúsum í Danmark (Theatre La Balance, Aveny-T, VidenskabsTeatret, Teater Masken, Blumenbach Instituttet o.ø.), hon var partur av sjónleikarakollektivinum International Theatre Collective, sum hon ferðaðist saman við  í USA og Kanada í 2004-05.

Eisini hevur Gunnvá  javnan verið á palli við Leikhús Grímu og á Tjóðpalli Føroya, eitt nú við leikum so sum Ginu Søgur, Í óðamansgarði, Limbo, Nordost, Snati, Reinsan, Breaking The Waves og fleiri øðrum, umframt at hon hevur lagt rødd til mangar teknifilmar og søgur í útvarpi og sjónvarpi.

Hon var við at stovna leikbólkin Tvazz í 2006 og hevur framleitt og spælt í leikum so sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu, Stovugenturnar.

Gunnvá undirvísir eisini nógv í sjónleiki, kropp, rødd, samskifti og framburði og  fyriskipar tiltøk, leikir og festivalar innan leiklist.

Hon tekur í løtuni eina diplom útbúgving í list og mentanarmiðlan fyri børn og ung á Den Danske Scenekunstskole/University College Sjælland.

 Samband: