Listaskúlin á ferð: Litir, strikur & orð

plakatmynd-01-01Vikuskiftið 26. til 28. februar hevur Listaskúli Føroya tríggjar forkunnugar verkstovur á skúlanum við Gøtugjógv.

Eysturkommuna hevur við opnum ørmum boðið Listaskúlanum norður á síni ferð kring landið og tí hava vit eisini møguleika at halda skeiðskostnaðin niðri á einum rímiligum støði. Listaskúlin er sera takksamur fyri hetta.

Listaskúlin bjóðar hesaferð tríggjar verkstovur:

Sniðgávuverkstovuna: Sansalig binding v/ Katrinu í Geil
Bókmentaverkstovuna: Skriva ein “gysara” v/ Rakel Helmsdal
Myndlistaverkstovuna: Tekna ein tosk v/ Janus Dam Guttesen

Sum eykaágóði eru allir luttakararnir við á felagsverkstovuni “Litir, strikur & orð”, ein innførsla í tankum og teknikkum, ið viðvíkja list við øllum trimum verkstovuleiðarunum.

Sum heild eru sansirnir høvuðsaktørar í hesum verkstovum, fyri at kunna skapa, mást tú sansa verðina kring teg, lurta, um tú vilt skriva, nem, um tú vilt skapa nakað formligt, hygg, um tú vilt tekna.

12640357_10208436114201040_2264979784055552723_oTíð: 26. – 28. februar 2016 (19 tímar)

Stað: Skúlin við Gøtugjógv

Kostnaður: 1.900 kr fyri undirvísing og 375 kr í mati. Møguleiki fyri ókeypis gisting á staðnum.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd.

Tal av luttakarum: 12 á hvørjum skeiði

Tekna teg á: listaskulin@gmail.com innan 22. februar

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit ringja/senda sms til Rakel (216596), Katrinu (527030), Janus (313158) ella send teldupost til listaskulin@gmail.com.

Skráin fyri vikuskiftið er hendan:

KURSUS~2Fríggjadagin 26. februar:

  • kl. 17 – 18.30 Felagsverkstova
  • kl. 18.30 – 19.30 Nátturi
  • kl. 19.30 – 21 Framhald av felagsverkstovuni

Leygardagin 27. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Tríggjar ymsar verkstovur
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 17 Framhald av verkstovum (við drekkamunnasteðgi)
  • kl. 17 – 18 steðgur
  • kl. 18 – 19 Døgðuri
  • Kl. 19 – 21 Kvøldseta

skrivaSunnudagin 28. februar:

  • kl. 8 – 9 Morgunmatur
  • kl. 9 – 12 Framhald av verkstovum
  • kl. 12 – 13 Miðmáli
  • kl. 13 – 15 Framhald av verkstovum
  • kl. 15 – 16 Drekkamunnur og eftirmeting

G.G. Skráin er vegleiðandi. Ymsu verksmiðjuleiðararnir hava hvør sína dagsskrá, men frávikini eru kortini smá.

Møguleiki er fyri at gista á staðnum. Tá er neyðugt at hava soviposa við.

Tekna ein tosk – lær at tekna tað tú sært!

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er ein myndlistaverkstovan hjá Janusi Dam Guttesen, illustratøri. Um verkstovuna sigur hann:

tekna1Tað er stuttligt og spennandi at tekna frá veruleikanum og tú lærir at síggja tingini á ein nýggjan hátt. Hetta ger teg eisini betur føran at tekna úr hugaheiminum.

Vit fara at tekna lutir, sum t.d. útstappaðar fuglar, gerandis lutir – og eina livandi modell.

tekna2Tekniskeiðið kemur inn á grundleggjandi tekniførleikar, sum skuggalegging, styttingar, form og rørslu. Tú lærir at leggja dent á tað týdningarmikla og sálda tað óviðkomandi frá. Teori og praksis í góðari javnvág.

Tekniskeiðið er fyri bæði leik og lærd.

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.

Janus Dam Guttesen, illustratørur

janusJanus Dam Guttesen, Illustratørur

Hevur teknað til bøkur, skúlabøkur, plakatir og til avísir.

Tekningarnar hjá honum eru m.a. kendar frá skúlabókum sum Hervør og Høgni í Triðja og rættar-tekningunum frá føroyskum kriminalmálum.

Hann hevur undirvíst vaksnum og børnum í tekning í nógv ár, eisisini í klasisku teknidisiplinini croquistekning. Harumframt arbeiðir hann eisini sum grafikari og sniðgevur m.a. heimasíður.

Hann er útbúgvin listahandverkari frá Danmarks Designskole, har hann er útbúgvin grafikari/illustrator (Master). Hann brúkar bæði digitalt teknibretti og traditionellu tekniamboðini, sum blýant, pensil og pappír.

Samband:
tel. 313158
t-postur: info(kurla)janusguttesen.fo
Heimasíða: janusguttesen.fo

Jóhan Martin Christiansen, myndlistamaður

Jóhan MartinJóhan Martin Christiansen er føddur í 1987 í Tórshavn, og nú búðsitandi í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin Master of Fine Arts frá kunstakademiinum í Malmö í 2014.

Verkini hjá Jóhan Martin Christiansen snúgva seg oftani um sambandi millum mál/poesi, tað fysisku verðina og kroppin, sum tilsamans mynda grundleggjandi tól listamansins. Ein stór kelda til íblástur er m.a skýmingin, tá ið dagsljósi skiftur frá litum til gráskala, løtan, tá ið alt gerðst kámari og tó enn tíðiligari og verður umskapað til poesi. Tað vit kalla ‘eftirmyndina’, sum er myndin, ið bliknar á nethinnuni eftir at upprunaliga myndin er burtur – hetta skrivar J. W. Goethe um í síni litlæru.

Christiansen roynir eisini at fanga tómleikan, og finnur burturbeindar pappkassar, sum hann síðani ger gipsavstoypingar burturúr ella tekur kopiir av, sum verða skanna inn og printað sum stórskala fotomyndir.

Harumframt arbeiðir Christansen eisini við foto, video/ljóð/tekst, tekstil, grafikki. Tekstilverkini verða litað í ymiskum løgum, so sum blekk, reyðvín, te osv. Hesi verk eru sum kroppar, har ið javnágin eru sum ein koreografi av tyngdarmegini. Við føroyska málinum sum útgangsstøð,i kannar Christiansen, hvussu mál boytist og rekur, tá ið tað verður umsett úr sínum upprunaliga samanhangi og verður tí til nakað annað. Somuleiðis skrivar Christiansen eisini greinar, samrøður o.lík.

Seinast hevur hann sýnt fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við framsýningini Repeated Passages. Hanging Landscapes. Framsýningar sum eisini kunnu nevnast eru DRESS í Steinprent (2014), LIGHTGREEN, DAYDREAM, EYESHADOW í KHM Gallery, Malmö (2014), The Hot Show Galleri Nicola Wallner, Keypmannahavn (2015), UNDERSTRØM ARoS, Århus (2014) og FAREWELL 427, Riga (2014).