Joel Cole, myndahøggari

11897127_10153721686199050_1245996412_nJoel Michael Cole er myndahøggari.

Útbúgving    :

  • 1991 – 1994 English litterature and cultural anthropology á The University of Minnesota, Minneapolis, Minnesota, USA.
  • 1988 – 1991 English education, cultural anthropology and voice performance á University of St. Thomas í St. Paul, Minnesota, USA.
  • 1985 – 1986 Voice performance, theatre and stage direction á Gustavus College í St. Peter, Minnesota, USA.
  • 1991 – 1994 Enskar bókmentir og fornaldarfrøði á University of Minnesota, Minneapolis, Minnesota, USA.
  • 1988 – 1991 Ensk undirvísing, mentanarlig fornaldarfrøði og ræddarframburður á University of St. Thomas, St. Paul, Minnesota, USA.
  • 1985 – 1986 Ræddarframburður, sjónleikur og pallleikstjórn á Gustavus College, St. Peter, Minnesota, USA.

Jóhan Martin Christiansen, myndlistamaður

Jóhan MartinJóhan Martin Christiansen er føddur í 1987 í Tórshavn, og nú búðsitandi í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin Master of Fine Arts frá kunstakademiinum í Malmö í 2014.

Verkini hjá Jóhan Martin Christiansen snúgva seg oftani um sambandi millum mál/poesi, tað fysisku verðina og kroppin, sum tilsamans mynda grundleggjandi tól listamansins. Ein stór kelda til íblástur er m.a skýmingin, tá ið dagsljósi skiftur frá litum til gráskala, løtan, tá ið alt gerðst kámari og tó enn tíðiligari og verður umskapað til poesi. Tað vit kalla ‘eftirmyndina’, sum er myndin, ið bliknar á nethinnuni eftir at upprunaliga myndin er burtur – hetta skrivar J. W. Goethe um í síni litlæru.

Christiansen roynir eisini at fanga tómleikan, og finnur burturbeindar pappkassar, sum hann síðani ger gipsavstoypingar burturúr ella tekur kopiir av, sum verða skanna inn og printað sum stórskala fotomyndir.

Harumframt arbeiðir Christansen eisini við foto, video/ljóð/tekst, tekstil, grafikki. Tekstilverkini verða litað í ymiskum løgum, so sum blekk, reyðvín, te osv. Hesi verk eru sum kroppar, har ið javnágin eru sum ein koreografi av tyngdarmegini. Við føroyska málinum sum útgangsstøð,i kannar Christiansen, hvussu mál boytist og rekur, tá ið tað verður umsett úr sínum upprunaliga samanhangi og verður tí til nakað annað. Somuleiðis skrivar Christiansen eisini greinar, samrøður o.lík.

Seinast hevur hann sýnt fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við framsýningini Repeated Passages. Hanging Landscapes. Framsýningar sum eisini kunnu nevnast eru DRESS í Steinprent (2014), LIGHTGREEN, DAYDREAM, EYESHADOW í KHM Gallery, Malmö (2014), The Hot Show Galleri Nicola Wallner, Keypmannahavn (2015), UNDERSTRØM ARoS, Århus (2014) og FAREWELL 427, Riga (2014).

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari

20150407-IMG_4749 copy

Gunnvá Zachariasen (f. 1973) byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum fyrst í 1990’unum. Hon var við í fleiri Ólavsøkukabarettum og Leikhúsjólum, umframt leikum hjá Havnar Sjónleikarafelag og var onkutíð gestaleikari í leikbólkinum Grímu.

Gunnvá fór á sjónleikaraháskúla í norðurlendska fólkaháskúlanum í Kungalv, Svøríki.

Har fekk Gunnvá av álvara alsk til sjónleik og byrjaði at lesa dramaturgi á Århus Universitet. Men Gunnvá vildi heldur standa á palli heldur enn lesa um pallist. Hon søkti og kom inn á Statens Teaterskole í Keypmannahavn, hagani hon var útbúgvin sjónleikari í 2000.

Síðani hevur Gunnvá starvast á ymsum leikhúsum í Danmark (Theatre La Balance, Aveny-T, VidenskabsTeatret, Teater Masken, Blumenbach Instituttet o.ø.), hon var partur av sjónleikarakollektivinum International Theatre Collective, sum hon ferðaðist saman við  í USA og Kanada í 2004-05.

Eisini hevur Gunnvá  javnan verið á palli við Leikhús Grímu og á Tjóðpalli Føroya, eitt nú við leikum so sum Ginu Søgur, Í óðamansgarði, Limbo, Nordost, Snati, Reinsan, Breaking The Waves og fleiri øðrum, umframt at hon hevur lagt rødd til mangar teknifilmar og søgur í útvarpi og sjónvarpi.

Hon var við at stovna leikbólkin Tvazz í 2006 og hevur framleitt og spælt í leikum so sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa, Tey óndu, Stovugenturnar.

Gunnvá undirvísir eisini nógv í sjónleiki, kropp, rødd, samskifti og framburði og  fyriskipar tiltøk, leikir og festivalar innan leiklist.

Hon tekur í løtuni eina diplom útbúgving í list og mentanarmiðlan fyri børn og ung á Den Danske Scenekunstskole/University College Sjælland.

 Samband:

Rakel Helmsdal, rithøvundur v.m.

2014_s-hRakel Helmsdal, rithøvundur v.m.

Hevur útgivið 19 bøkur – skaldsøgur, stuttsøgur, ævintýr, sjónleikir og myndabøkur, bæði fyri børn, ung og vaksin. Serliga er hon kend fyri bøkurnar um skrímslini, sum hon skrivar saman við svenskum og íslendskum høvundum og sum eru umsettar og útgivnar á 15 málum kring allan heimin.

Hon hevur havt skeið í skriving síðani 1996. Hetta hava verið bæði longri grundskeið í kreativari skriving og styttri konsentreraðar høvunda-verkstovur. Hon hevur undirvíst fólk í øllum aldrum og samfelagsbólkum.

Rakel Helmsdal er multilistafólk sum hevur egið marionettleikhús, Karavella Marionett-Teatur, sniðgevur bæði øllum í leikhúsi sínum og fæst við aðra list. Hon er eisini verkætlanarleiðari á ymsum stórum verkætlanum fyri ungdómsmentan t.d. Ung í Føroyum.

Hon er í arbeiðsbólkinum fyri Listaskúla Føroya.

Samband:
tlf. 216596
t-postur: rakel(kurla)helmsdal.fo
Heimasíða: www.rakelhelmsdal.info