Tekna ein tosk – lær at tekna tað tú sært!

Tríggjar verkstovur vera á fyrsta Listaskúlin á ferð, sum verður í Eysturkommunu. Ein av teimum er ein myndlistaverkstovan hjá Janusi Dam Guttesen, illustratøri. Um verkstovuna sigur hann:

tekna1Tað er stuttligt og spennandi at tekna frá veruleikanum og tú lærir at síggja tingini á ein nýggjan hátt. Hetta ger teg eisini betur føran at tekna úr hugaheiminum.

Vit fara at tekna lutir, sum t.d. útstappaðar fuglar, gerandis lutir – og eina livandi modell.

tekna2Tekniskeiðið kemur inn á grundleggjandi tekniførleikar, sum skuggalegging, styttingar, form og rørslu. Tú lærir at leggja dent á tað týdningarmikla og sálda tað óviðkomandi frá. Teori og praksis í góðari javnvág.

Tekniskeiðið er fyri bæði leik og lærd.

Skráin fyri vikuskiftið er at lesa HER.